Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

40 ára vøkstur oyðilagdur

Herverk hevur gjørt av við sokallaða maskottin í viðarlundini í Gundadali

Einaferð í 1960 árunum spíraðu fleiri smá furufræ í eini rivu á tí stóra klettinum í viðarlundini í Gundadali. Nøkur teirra vuksu til smá trø. Hesi seinastu árini hevur tó bert 1 træ hórað eftir.

Vikuskiftið mitt í juli mánað hevði onkur tíverri fragd av at bróta træið av um róthálsin.
Kørgu vakstrarlíkindini á steininum hava gjørt, at hóast meira enn 40 ára aldur, so var hæddin bert uml. 1,5 m og tvørmátið niðri við rótina einans 9 cm. Sum tað kann hómast á myndini, eru viðingarnar (árringarnir) ógvuliga tættar.

Nærri kunning fæst við at venda sær til landsskógarvørðin, Trónd Leivsson, tlf. 210966 ella TrondurL@us.fo.