Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

25 ár í matrikulsins tænastu

Nú um ársskiftið hevði Jón B. Niclasen, landmálingsteknikari, arbeitt innan matrikul og kortlegging í tilsamans 25 ár, fyrst á Matrikulstovuni og nú á Umhvørvisstovuni

Starvsfelagar og leiðslan á Umhvørvisstovuni heiðraðu Jón B. Niclasen á merkisdegi hansara. Jóhanna Olsen, stjóri og Petur Nielsen, deildarleiðari hildu røður fyri Jón og handaðu honum eitt blómutyssi.

Jón B. Niclasen hevur hesi 25 árini fingist við nærum allar greinarnar av fakøkinum: hann hevur gjørt uppmátingar og útrokningar at stuðla punktgrundarlagnum, og hann hevur teknað kort út frá loftmyndum.

Meginpartin av orkuni og innsatsinum er tó lagdur á matrikulera økinum, har serliga suðuroyingar seinastu árini hava notið gott av hansara holla kunnleika og nærlagni, tá nýggj grundstykki skulu fáast  til vega, tá mørk skulu flytast ella tá marknatrætur skulu greiðast. Ruddiligur og greiður, sum Jón er, hevur hann havt sundurbýti av eigindómum í eigaraíbúðum um hendi, og tað tekniarbeiðið ger fáur honum eftir.

Petur takkaði at enda Jón fyri innsatsin higartil og ynskti honum alt gott í framtíðini.

Les meira um matrikulering her.

Á stóru myndini síggjast Jón B. Niclasen og Jóhanna Olsen, stjóri á Umhvørvisstovuni.

Meira fæst at vita við at ringja til Petur Nielsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, á tlf. 342400 ella umvegis teldupostin peturn@us.fo.