Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

25.000 krónur í bót fyri oljudálking

Russiski trolarin Pavel Kutakhov fekk ígjár eitt sektaruppskot handað frá Umhvørvisstovuni fyri at hava koyrt olju á sjógv fyrr í ár, og hevur reiaríið góðtikið sektaruppskotið. Hetta er fyrstu ferð, at Umhvørvisstovan gevur eina fyrisitingarliga bót eftir lógini um verju av havumhvørvinum.

Tá ið danska verjuskipið Hvidbjørnen, fyrr í ár, kom fram á ein stóran oljublett á sjónum norðan fyri Føroyar, tók manningin oljusýni og boðaði Umhvørvisstovuni frá. Harumframt boðaði Hvidbjørnen frá, at einastu skipini í økinum vóru tveir russiskir trolarar.

Tveir dagar seinni kom annað skipið, Pavel Kutakhov, á Kollafjørð. Umhvørvisstovan fór, saman við Fiskiveiðieftirlitinum, umborð á Pavel Kutakhov og tók oljusýni. Kanningarúrslitini staðfesta, at samsvar er millum oljuna, sum Hvidbjørnen tók á havinum og oljuna umborð á Pavel Kutakhov. Í gjár fóru umboð fyri Umhvørvisstovuna umborð á Pavel Kutakhov og handaðu skiparanum sektaruppskot uppá 25.000 krónur.

Týdningarmikið mál fyri havumhvørvið

Tað er brot á føroysku lógina um verju av havumhvørvinum, at koyra olju á sjógv. Umhvørvisstovan hevur heimild til at geva fyrisitingarligar bøtur. Um skiparin ikki góðtekur sektaruppskotið verður málið latið fútanum .

Málið hevur stóran týdning, tí hetta tað er fyrstu ferð, at Umhvørvisstovan gevur eina fyrisitingarliga bót eftir lógini um verju av havumhvørvinum. Tað er ásett í lógini, at mál um ólógliga burturbeining av olju kunnu avgerast uttan rættarmál, um viðkomandi játtar seg sekan, og góðtekur sektaruppskotið.
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar hesum viðkomandi, er tú vælkomin at seta teg í samband við Jóhannu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni telefon 342400.
Les meira um oljudálkingar her