Yvirtøka av kort- og landmátingarmyndugleikanum
Løgtingið samtykti mánadagin at 10. des. 2018 at yvirtaka kort- og landmátingarmyndugleikan.
Myndugleikaøkið fevnir um bæði landkort og sjókort og sjóuppmáting.
Landkortmyndugleikin verður á føroyskum hondum 1. apríl 2019, og sjókortmyndugleikin 1. jan. 2020.
Tingið samtykti samstundis ríkislógartilmæli um at seta donsku lógina um stedbestemt information í gildi í Føroyum. Hendan lóg regulerar myndugleikan á báðum kortøkjunum, nevnd omanfyri, og hevur somuleiðis reglur um, hvussu kort- og geodátur skulu handfarast, og hvussu tey kunnu latast øðrum myndugleikum og almenninginum.
Sí viðmerking hjá landsstýriskvinnuni um yvirtøkurnar.