Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

VIRKISÆTLAN – Frágreiðing og tilmæli um framtíðar elorkuskipanina í Føroyum.

Vinnumálaráðið setti í 2012 ein arbeiðsbólk at gera virkisætlan og tilmæli um framtíðar elorkuskipan í Føroyum, sum í nógv størri mun enn í dag skal grundast á varandi orku. Í arbeiðsbólkinum eru umboð fyri Vinnumálaráðið, SEV, Jarðfeingi og Dansk Energi. Setningurin hjá arbeiðsbólkinum tekur støði í og er eitt framhald av frágreiðingini ”Heildarætlan fyri elorkuøkið”, sum Vinnumálaráðið gav út í oktober 2011. Tað eru Vinnumálaráðið, sum yvirskipaður politiskur myndugleiki, og Føroya Kommunufelag og Kommunusamskipan Føroya, sum umboð fyri eigararnar av SEV, ið hava gjørt arbeiðssetningin.
Endamálið er at gera eina ítøkiliga virkisætlan fyri framhaldandi menning av føroysku orkuskipanini.