Orkugoymslukanningar
Í 2016 vóru Umhvørvisstovan og SEV, við støði í Virkisætlan 2014, biðin av Landsstýrinum um at seta í verk eitt arbeiði, sum skuldi kanna tørvin á orkugoymslu í einum framtíðar orkuskipan í Føroyum.
Fyrsta stig í arbeiðinum var at gera metingar av ætlaðu elnýtsluni, ið fylgir av elektrifisering av privata landflutninginum (elbilar) og av upphiting. Í hesum sambandi varð lagt upp til eina opna hoyring við týdningarmiklum aktørum, har endamálið var at savna inn viðmerkingar og sjónarmið, sum kundu geva grundarlag fyri so álítandi og veruligum metingum sum til ber.
Arbeiðið varð framt við støði í orkupolitikki hjá táverandi landsstýri og varð skipað við einum stýrisbólki og einum arbeiðsbólki. Í stýrisbólkinum vóru umboð frá Heilsu- og Innlendismálaráðnum, Orku/Umhvørvisstovuni, SEV og Dansk Energi, meðan arbeiðsbólkurin fevndi um Orku/Umhvørvisstovuna, SEV og Dansk Energi.
Hesar frágreiðingar og notat eru úrslitið av arbeiðinum og eru ein heilt stórur partur av grundarlagnum undir almenna orkupolitikkinum, serliga tí partinum, sum snýr seg um útbyggingarætlanir av elorku við varandi orkukeldum og orkugoymslum.