Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Vindútboð í Suðuroy útsett enn eina ferð

Serligu vindviðurskiftini í Porkerishaganum gera, at neyðugt er við framhaldandi vindmátingum í nakrar mánaðar afturat, og tí er neyðugt enn einaferð at útseta freistina at søkja, sum er 15. mars 2018.

Í hesum sambandi verður ein eyka vindmastur sett upp. Hetta fyri at fáa so neyvar vindmátingar sum gjørligt, áðrenn endalig støða verður tikin til staðsetingina av vindmyllulundini.

Tá endalig staðseting er staðfest, verður lýst við nýggjari freist at søkja hjá áhugaðum umsøkjarum.  

Nærri kunning um ætlaða útboðið í Porkeri kann fáast við at venda sær til Orku á Umhvørvisstovuni.