Vindmylluverk á Eiði umhvørvisgóðkent
Við hesum verður kunngjørt, at Umhvørvisstovan hin 10. september 2020, við heimild í løgtingslóg um umhvørvisvernd, við seinni broytingum, hevur góðkent:
Vindmylluverkætlan hjá P/F Vindfelagið í Neshaga á Eiði
Góðkenningin er almenn og kann síggjast á Umhvørvisstovuni og á heimasíðuni www.us.fo
Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal í seinasta lagi 9. oktober 2020 sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella til us@us.fo. Umhvørvisstovan sendur síðani kæruna til landsstýrismannin saman við viðkomandi skjølum.
Umhvørvisgóðkenningin sæst her
Fylgiskjøl fyri endurskoðaðu verkætlanina við fýra vindmyllum síggjast her saman
Nærri lýsing av endurskoðaðu verkætlanini, við fýra vindmyllum, sæst her (sí fylgiskjøl til umhvørvisárinsmetingina).
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo