Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Vindmyllur norðan fyri Eiðisvatn

Góðkenning av umhvørvisárinsmeting

Við hesum verður gjørt kunnugt, at Umhvørvisstovan hin 30. apríl 2020, við heimild í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni, við seinni broytingum, hevur góðkent: 

Umhvørvisárinsmeting hjá SEV um at seta seks vindmyllur upp í haganum Suðurhelvt norðan fyri Eiðisvatn

Góðkenningarskrivið sæst her

Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella us@us.fo í seinasta lagi 1. juni 2020.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.

 

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo