Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Vindmyllulund í Klivaløkshaga, Sandur, fingið umhvørvisgóðkenning

Við hesum verður kunngjørt, at Umhvørvisstovan hin 11. september 2025, við heimild í løgtingslóg um umhvørvisvernd, við seinni broytingum, hevur góðkent: 

Vindmylluverkætlan hjá Sp/f Vindorka undir stovnan í Klivaløkshaga, Sandur 

Góðkenningin tekur ikki støðu til, um tað er neyðugt við góðkenning eftir aðrari lóggávu. 

Góðkenningin er almenn og kann síggjast á Umhvørvisstovuni og á heimasíðuni us.fo 

Avgerðin kann kærast til landsstýrisfólkið við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal í seinasta lagi 9. oktober 2025 sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella til us@us.fo. Umhvørvisstovan sendir síðan kæruna til landsstýrisfólkið saman við viðkomandi skjølum. 

Umhvørvisgóðkenningin sæst her

Kunngerðir