Vilt tú hava ítøkilig amboð at arbeiða við burðardygd í byggivinnuni?
Umhvørvisstovan skipar í døgunum 22.-23. oktober fyri skeiðinum: Innleiðsla í burðardyggari bygging. Luttakarar fáa undirvísing frá serfrøðingum innan burðardygd í byggivinnuni.
Í byggivinnuni merkist vaksandi áhugin fyri burðardyggari bygging. Dansk Teknologisk Institut arbeiðir miðvíst við burðardygd í byggivinnuni og stuðlar byggivinnuni við gransking og menning. Hetta fyri at deila nýggja vitan og hjálpa fakfólki at gera burðardygd ítøkiliga, soleiðis at øll kunnu luttaka.
Skeiðið verður á Hotel Hilton 22. oktober kl 08.30-16.00 og 23. oktober kl. 8.30 til 12.00.
Fyrilestrarhaldarar eru: Sofie Frydkjær Witte og Rikke Juel Lyng frá Dansk Teknologisk Institut.
Á skránni er millum annað:
– Innleiðsla í burðardygd innan bygging: Innleiðslan setir grundallýsingarnar í miðdepilin fyri at geva skeiðsluttakarum felags grundarlag fyri burðardyggari bygging.
– Meginreglur og ástøði innan ringbúskap í byggivinnuni: Her verður nomið við evni sum eitt nú avbjóðingar við bygningsvavi, úrveljandi niðurtøka, projektering av bygging og verkløgum og vali av tilfari.
– Skjalfesting fyri burðardygga bygging: Hvørji skjøl hava vit í dag, eitt nú umhvørvisvislýsingar ‘EPD’? Hvussu lesa vit skjølini, og hvørjar møguleikar hava vit til skilabetri at velja tilfar?
– Burðardygd á byggiplássum: Her viðgera vit arbeiðsumhvørvi (likamligt og sálarligt), handfaring av burturkasti við burturkaststigskipanini í miðdeplinum, hvussu byggipláss eru skipað og tilfeingisnýtslu.
– Vitan og væntanir til komandi rák: Vit spáa um framtíðina og hvørji rák kunnu væntast, bæði samfelagsliga og í mun til menning av nýggjum byggitilfari og nýggjum byggiháttum.
Allar framløgur byggja á ítøkilig dømi, hugleiðingar og venjingar.
Kostnaður er 6.500 kr. u/mvg. Rúm er fyri 25 luttakarum, og skeiðið er treytað av, at í minsta lagi 20 fólk tekna seg. Freistin at tekna seg er mikudagin 9. oktobur 2024. Tekningin er bindandi. Kunning um gjald verður send luttakarum.