Verkstova um landbúnað, náttúru og umhvørvi
Týsdagin 9. juli kl. 11:00 verður forvitnislig verkstova um landbúnað, náttúru og umhvørvi hildin á Búnaðarstovuni. Verkstovan er í høvuðsheiti ætlað bøndrum og øðrum áhugaðum.

Verkstovan er liður í eini NORA landbúnaðarverkætlan, har Búnaðarstovan (BST) og Umhvørvisstovan (US) samstarva við Ráðgjafarmiðstøð Lanbúnaðarins (RML) og Vatnajøkulstjóðgarð í Íslandi og Nunalerinermut Siunnersorteqarfik úr Grønland.
Verkætlanarsamstarvið leggur dent á samanberingar landanna millum, viðvíkjandi landbúnaði, náttúru og umhvørvi. Kunnu vit javnviga landbúnað, náttúru og umhvørvi, uttan at minka um úrtøkuna?
Skráin fyri dagin
11:00 – 11:05 Vælkomin
11:05 – 11:20 Um verkætlanina, Sigurður Torfi Sigurðsson, verkætlanarleiðari
11:20 – 11:40 Framløga – Grønland
11:40 – 12:00 Framløga – Ísland
12:00 – 12:20 Framløga – Føroyar
Ábit
13:20 – 13:40 Kjak og spurningar
13:40 – 14:00 Framløga: Verðurlagsvæn landbúnaður, Sigurður
14:00 – 14:20 Framløga: Jord.is, Borgar
Kaffi
14:40 – 15:15 Bólkaarbeiðið við spurningum
15:15 – 15:45 Bólkarnir leggja niðurstøðurnar fram
15:45 – 16:00 Samanumtøka
Tað er ókeypis at luttaka á verkstovuni, men av tí at vit bjóða ábit, er neyðugt at boða frá luttøku.
Melda til í seinasta lagi mánadagin 8. juli 2024 kl. 12:00.