Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Vatnorka í Kvívík

Góðkenning av umhvørvisárinsmeting

Við hesum verður gjørt kunnugt, at Umhvørvisstovan hin 28. juni 2019, við heimild í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni, við seinni broytingum, hevur góðkent: 

Umhvørvisárinsmeting hjá Kvívíkar kommunu av mini vatnorkuverki í Kvívík

Góðkenningarskrivið sæst her

Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í seinasta lagi mikudagin 31. juli 2019.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo