Útlát av vakstrarhúsgassi í Føroyum 1990-2023
Sambært veðurlagssáttmálanum hjá ST, sum Føroyar hava tikið undir við, skulu øll limalond
á hvørjum ári gera uppgerð og boða frá útláti av vakstrarhúsgassi til altjóða veðurlagsnevndina hjá ST, Intergovernmental Panel on Climate Change (IPCC).
Umhvørvisstovan ger uppgerð yvir útlátið av vakstrarhúsgassi. Í hesi frágreiðingini verður
tikið saman um uppgerðina tíðarskeiðið 1990-2023. Tølini í hesi frágreiðing verða fráboðað
ST í apríl 2025.