Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Útboð av norðurlendskum verkætlanum

Náttúruprogrammið hjá Norðurlendska ráðharraráðnum hevur kunngjørt seks nýggj útboð á keypsportalinum. Talan er um verkætlanir, sum skulu styrkja norðurlendska samstarvið um at steðga tapinum av lívfrøðiligum margfeldi, varðveita mentanarlig umhvørvi og burðardygga menning. Evnini fevna m.a. um búskaparligar greiningar, samstarv um innræsin sløg og náttúruloysnir.

Niðanfyri er yvirlit yvir útboðini við leinki til meira kunning:

Verkætlanirnar eru ætlaðar eitt nú ráðgevum, granskarum, kommunum og felagsskapum, sum arbeiða við náttúru, lívfrøðiligum margfeldi og burðardyggari menning.

Evstamark at bjóða uppá verkætlanirnar er 5. oktobur 2025.

Hevur spurningar, kanst tú venda tær til Náttúruprogrammið nbm@us.fo.

Visti tú, at tað ber til at fylgja við Umhvørvis- og veðurlagssamstarvinum hjá Norðurlendska ráðharraráðnum á LinkedIn? Sí meira HER.