Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Uppmátingargrundarlag til Eysturoyartunnilin

Í seinastu viku hevur Umhvørvisstovan mátað fixpunkt til Eysturoyartunnilin. Hetta er sjálvt grundarlagið undir øllum øðrum uppmátingum í sambandi við undirsjóvartunnilin.

Neyvleikin av uppmátingunum hevur stóran týdning í teknisku fyrireikingunum til Eysturoyartunnilin. Tí varð heitt á kortdeildina á Umhvørvisstovuni um at máta seks sonevnd fixpunkt, sum verða grundarlag undir restini av uppmátingunum til undirsjóvartunnilin. Tvey fixpunkt eru mátað við hvønn tunnilsmunna: Á Hvítanesi, Strondum og í Runavík. Eitt fixpunkt er eitt uppmátingarpunkt í lendinum við kendari positión og eini kendari hædd yvir havyvirflatuni, roknað sum miðal vatnstøða í mun til flóð og fjøru.

Seinastu árini hevur Umhvørvisstovan miðvíst arbeitt við at gera uppmátingargrundarlagið í Føroyum betri. Uppmátingin til Eysturoyartunnilin er gjørd við 4 gps’arum, sum standa og máta í fleiri tímar í øllum punktunum. Úrslitið er fixpunkt við millimetur neyvleika, og soleiðis verður tryggjað, at øll fixpunktini við tunnilsmunnarnar samsvara. Umhvørvisstovan mátar bert fixpunktini, meðan onnur taka sær av uppmátingini í sjálvum tunlinum.

Tá slíkar uppmátingar áður hava verið gjørdar í sambandi við aðra tunnilsgerð, er uppmátingin gjørd í koordinarskipanini FK89 (Føroyskir koordinatar 1989). Ein trupulleiki við hesi skipan hevur verið, at koordinatarnir og hæddirnar í FK89 ikki hava samsvarað serliga væl. Síðan 2008 hevur verið arbeitt við eini nýggjari koordinatskipan á altjóða støði, sum kallast FOTM (FOroyar Transversal Merkator). Eysturoyartunnilin verður fyrsti tunnil, har tað burturav verður arbeitt í nýggju koordinatskipanini.

 

Rundkoyring og tunnilsmunni á Hvítanesi.

Rundkoyring og tunnilsmunni á Saltnesi.

Rundkoyring og tunnilsmunni á Strondum.

 

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stein Fossá, telefon 342400 ella us@us.fo