Undantaksloyvi at spræna tøð oman fyri 250 metra hædd
Umhvørvisstovan hevur givið Búnaðarstovuni undantaksloyvi til at spræna tøð oman fyri 250 metra hædd.
Sum liður í liður í granskingarverkætlan hevur Umhvørvisstovan givið undantaksloyvi til at spræna tøð á einum avmarkaðum øki í Heygshaga.
Endamálið við verkætlanini er m.a. at kanna avrenning og hvussu tøðini verða gagnnýtt so væl sum gjørligt. Í verkætlanini er ætlanin at spræna tøð á eitt láglendisøki í bønum og eitt hægri liggjandi øki í haganum.
Umhvørvisstovan metir, at endamálið við verkætlanini gevur grundarlag fyri at veita undantaksloyvi sambært § 8, stk. 5 í kunngerðini um taðing.
Undantaksloyvið kann síggjast her
Avgerðin kann kærast til Heilsu- og innlendismálaráðið
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, FO-165 Argir, ella til us@us.fo, sum sendir kæruna víðari til Heilsu- og innlendismálaráði. Kæran skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 3. mai 2017.