Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Undantak til umhvørvisgóðkenning

Umhvørvisstovan hevur hin 3. apríl 2020, sambært løgtingslóg um umhvørvisvernd, givið undantak frá kravinum til umhvørvisgóðkenning til:

Sjóvarfalsorku hjá SEV í Vestmannasundi

Avgerðin sæst her og kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum.

Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í seinasta lagi fríggjadag 1. mai 2020.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo