Undantak at taða oman fyri 250 metra hædd
Umhvørvisstovan hevur hin 4. juli 2017,sambært 8, stk 5 í kunngerðini um taðing, givið undantak til at taða oman fyri 250 metra hædd til:
Tórshavnar kommunu, á tyrvingarplássinum á Húsahaga
Avgerðin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi mikudagin 2. august 2017.
Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heidi Mortensen, telefon 342400 ella us@us.fo