Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Undantak at taða oman fyri 250 metra hædd

Umhvørvisstovan hevur hin 16. juni 2022, sambært § 8, stk 5 í kunngerðini um taðing, givið undantak til at taða oman fyri 250 metra hædd til:

IRF á tyrvingarplássinum í Nýggjheiðum í Kvívík.

Loyvið sæst her

Avgerðin kann kærast 

Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýrismannin í umhvørvismálum.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri.

Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, FO-165 Argir, ella til us@us.fo, sum sendir kæruna víðari til Umhvørvis- og vinnumálaráði. Kæran skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 15. juli 2022.

 

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rakul Mortensen, telefon 342400 ella us@us.fo