Umhvørvisstovan hevur gjørt samstarvsavtalu við norska sjókortmyndugleikan

Norska Kartverkert (www.kartverket.no) og Umhvørvisstovan hava gjørt samstarvsavtalu innan sjókortøkið, mánadagin 14. mars. 2022.
Samstarvsavtalan ásetur reglur fyri umbýti av dátum, tilfari, upplýsingum og tænastum og birtir upp undir deiling av vitan innan hydrografi og líknandi.
Sum dømi kann nevnast, at samstarvspartanir kunnu nýta sjókortdátur hjá hvørjum øðrum í sjókortum, har sjóøki hjá hinum landinum er partur av sjókortinum, soleiðis at sjókortið hevur dátur av øllum økinum sum verður víst á kortinum.
Umhvørvisstovan fegnast um at hava fingið hesa samstarvsavtalu í lag, ið er ein avtala sum ásetur karmarnar fyri framtíðar samstarvi við Noreg um sjókort.
Á myndini síggjast stjórarnir Sigurð í Jákupsstovu og Birte Noer Borrevik undirskriva sjókortavtaluna.
Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mikkjal Olsen, telefon 342400 ella us@us.fo