Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Umhvørvisstovan heiðrað á 25 ára hátíðarhaldi hjá NPA í Bodø

Føroyar hava í fleiri ár tikið lut í altjóða samstarvinum Interreg Northern Periphery and Arctic programme (NPA), sum stuðlar burðardyggari menning í norðasta parti av Evropa og Arktis. Í døgunum 1.–2. oktober varð 25 ára hald hildið fyri samstarvinum í Bodø í Noregi, og í hesum sambandi varð Umhvørvisstovan heiðrað fyri sítt arbeiði og luttøku í NPA-samstarvinum.

NPA er ein stuðulsgrunnur undir ES, har sjey lond í útnorði samstarva um verkætlanir, ið hava til endamáls at menna grønar og klókar loysnir í fjarskotnum og spjaddum økjum. Endamálið er at betra um lívsgóðskuna hjá fólki í NPA-økinum.

Føroyar hava í fleiri umførum tikið lut í verkætlanum, sum eru stuðlaðar av NPA, og hava sostatt gjørt vart við seg í samstarvinum. Á hátíðarhaldinum í Bodø varð varpað ljós á føroyska íkastið, og Umhvørvisstovan varð heiðrað fyri sítt virkisfúsa arbeiði í hesum høpi.

Ársfundurin í Bodø varð eisini seinasta fundur í ár, áðrenn Føroyar taka við formansskapinum í eftirlitsnevndini (Monitoring Committee) hjá NPA í 2026. Gunnvá M. Olsen, fulltrúi í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, bjóðaði øllum hjartaliga vælkomnum til Føroya komandi ár, tá ársfundurin verður hildin her.

Sí meira um 25 ára hátíðarhaldið á heimasíðuni hjá NPA: Connecting the dots – 25 years of Interreg NPA

Á myndunum er Bjarti Thomsen saman við starvsfeløgum úr Íslandi, Noreg, Svøríki og Írlandi til heiðurstiltak í Bodø.

Kunngerðir