Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Umhvørvisgóðkenning, oljugoymsla hjá Sp/F Krafta á Hulki

Við hesum verður kunngjørt, at Umhvørvisstovan hin 26. juli 2024, við heimild í løgtingslóg um umhvørvisvernd, við seinni broytingum, hevur góðkent:

Oljugoymslu hjá Sp/F Krafta á Hulki, í Sjóvar kommunu.

Góðkenningin er almenn og kann síggjast á Umhvørvisstovuni og á heimasíðuni www.us.fo.
Umhvørvisgóðkenningin sæst her
Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal í seinasta lagi 28. august 2024 sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella til us@us.fo. Umhvørvisstovan sendir síðani kæruna til landsstýriskvinnuna saman við viðkomandi skjølum.