Umhvørvisárinsmeting av royndarverkætlan við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi
Hervið verður umhvørvisárinsmeting fyri ætlaða sjóvarfals-orkuskipan í Vestmannasundi løgd til almenna hoyring.
Myndugleikar, feløg, felagsskapir og almenningurin kunnu gera viðmerkingar til umhvørvisárinsmetingina.
SEV hevur í nøkur ár gjørt royndir við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi, og ætlar nú at seta ein nýggjan og væl størri dreka út í Vestmannasund. Nýggi drekin er 9,8 m langur, veingjabreiðið er 12 m, og hann vigar 28 tons. Framleiðslumátturin er 1.200 kW.
Freistin at gera viðmerkingar er seks vikur. Møguligar viðmerkingar skulu sendast til us@us.fo ella til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, Postboks 2048, 165 Argir, og skulu vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 3. apríl 2023.
Lýsingin og árinsmetingin kunnu takast niður her:
Lýsing av royndarverkætlan, sjóvarfalsorka í Vestmannasundi
Árinsmeting av royndarverkætlan KIOP009 á djór
Árinsmeting av royndarverkætlan KIOP001 á djór í sjónum
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo