Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Umhvørvisárinsmeting av biogassverki

Lýsing av umhvørvisárinsmeting

Í sambandi við, at P/F Føroysk Náttúruorka ætlar at byggja eitt biogassverk við ravmagnsframleiðslu, hevur felagið gjørt eina meting av, hvørji árin ætlanin kann ætlast at fáa á umhvørvið sambært §16 í Løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni, við seinni broytingum.

Umhvørvisárinsmetingin er almenn. Viðkomandi almenningur, áhugafeløg og myndugleikar hava møguleika at koma við viðmerkingum til umhvørvisárinsmetingina.

Hoyringarfreistin er 3 vikur. Møgulig hoyringarsvar skulu vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi mikudagin 28. februar 2019, og sendast til: 

Umhvørvisárinsmetingin sæst her

Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Ingvard Fjallstein, á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo