Tvey plattavirki fingið góðkenning
Umhvørvisstovan hevur veitt Sp/F Atlantshav í Funningsfirði og Sp/F Hvannagjógv á Tvøroyri góðkenning at framleiða plattar og annað pakkitilfar úr timbri til nýtslu í millumtjóða samhandli.
Talan er um góðkenning, sum plattavirki skulu hava sambært kunngerð um góðkenning av virkjum, sum framleiða, umvæla og endurnýggja pakkitilfar, plattar o.a. úr viði. Umhvørvisstovan setur í góðkenningini treytir um, hvussu virkini skulu hitaviðgera, framleiða, umvæla, endurnýggja og merkja pakkitilfar, plattar o.a. sambært International Plant Protection Convention (IPPC) og Regulation of Wood Packaging Material in International Trade (ISPM No. 15) Harafturat setir Umhvørvisstovan treytir um góðskustýring, innaneftirlit og skjalprógv. Góðkenningarnar eru galdandi í tvey ár.
Virki skulu søkja um góðkenning ella endurnýgging av góðkenning hjá Umhvørvisstovuni, og stovnurin hevur eftirlit við, at ásetingarnar í kunngerðini og góðkenningunum verða hildnar.
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýrismannin í umhvørvismálum.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi týsdagin 10. juni 2014.
Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Ingvard Fjallstein, málsviðgera á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo