Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Tveir samskiparar til norðurlendska Náttúruprogrammið

Umhvørvisstovan søkir eftir tveimum samskiparum til Náttúruprogrammið, ið er meginverkætlan undir umhvørvis- og veðurlagssamstarvinum hjá Norðurlendska ráðharraráðnum. Náttúruprogrammið fevnir um undirprogrammini Lívmargfeldi og Náttúruloysnir, hvørs endamál er at virka fyri náttúruloysnum og at steðga afturgongdini í lívmargfeldi, undir hesum at virka fyri náttúruvernd, burðardyggum útilívi og varðveitslu av mentanarumhvørvi. Søkt verður eftir einum samskipara til hvørt undirprogrammið.  

Starvið 

Talan er um sjálvstøðug og fjølbroytt størv. Uppgávurnar eru millum annað at fyrireika fundir, seta í verk avgerðir hjá stýrisbólkunum, at gera arbeiðsskrá og árs- og støðufrágreiðingar og at umsita fíggjarviðurskiftini. Samskipararnir gera útboð av verkætlanum, og umsita tær. Hetta inniber at gera sáttmálar, lata útgjald og fáa inn frágreiðingar o.a. Samskipararnir hava javnan samband við formansskapin í undirprogrammunum, við aðalskrivstovu Norðurlanda ráðharraráðsins og við aðrar samskiparar í umhvørvis- og veðurlagssamstarvinum. Ferðing uttanlands er partur av arbeiðinum.  

Umframt at hava ábyrgd av dagliga arbeiðinum, hava samskipararnir eisini ábyrgd av at skipa fyri tiltøkum og miðla virksemið í Náttúruprogramminum, eitt nú at halda framløgur og skriva tilfar til netmiðlar og aðrar útgávur. Arbeiðsmálið er skandinaviskt (danskt, norskt ella svenskt) og enskt. 

Førleikar 

Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving innan fyrisiting, verkætlanarleiðslu, samskifti ella líknandi. Tú dugir at samskifta á skandinaviskum og enskum, bæði munnliga og skrivliga. Tú ert skipað/ur, hevur góð samstarvsevni og kanst arbeiða sjálvstøðugt.  

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur áhuga fyri ella kunnleika til náttúru, umhvørvi og veðurlag. Harumframt verður tað mett sum ein fyrimunur, um tú hevur royndir í norðurlendskum ella altjóða samstarvi.  

Setan 

Talan er um tvey fulltíðarstørv. Starvsbyrjan er skjótast til ber, og størvini eru tíðaravmarkað til 31. desember 2027, tó við møguleika fyri at leingja. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 8. august 2025. 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Fíu Niclasen, samskipara í Náttúruprogramminum, á fian@us.fo  tlf. 234341 ella Siggu Jacobsen, deildarleiðara á Vernd, teldupostur SiggaJ@us.fo, tlf. 234246. 

Tú kanst lesa meira um norðurlendska umhvørvis- og veðurlagssamstarvið her 

Til ber at søkja starvið her.  

Um Umhvørvisstovuna 

Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini náttúru-og umhvørvisvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Umhvørvisstovan er á Traðagøtu 38 á Argjum. Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum, uttan mun til persónligar umstøður, at søkja starvið.  

Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her