Vísindavøka 2025
26. september 2025 kl. 08.00 - 17.00
26 september @ 08:00 – 17:00
Vísindavøkan 2025 verður hildin tann 26. september í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking, menning og nýskapan og fyri granskingargrundaðari vitan í samfelagnum. Umhvørvisstovan luttekur eins og undanfarin ár.