Skeið: umhvørviskortlegging og umhvørvisskaðilig evni í bygningum
20. oktober 2025 kl. 08.30 - 16.00
20 oktober @ 08:30 – 21 oktober @ 16:00
Byggivinnan er fyri vaksandi krøvum um skjalprógvaða handfaring og ábyrgdarfulla viðgerð og burturbeining av byggitilfari – bæði í mun til krøv til umhvørvisskaðilig evnir, endurnýtslu, náttúruvernd og trygt arbeiðsumhvørvi.
Teknologisk Institut arbeiðir við at skráseta og avmarka umhvørvisárin frá verandi bygging og veita fakfólki amboð og vitan til skynsamar mannagongdir til umhvørviskanningar, tryggja arbeiðsumhvørvið og handfara byggiburturkast.
Hetta skeið er ætlað ráðgevum, byggiharrum, arbeiðstakarum og myndugleikum, sum arbeiða við at umbyggja, taka niður ella broyta bygningar og sum ynskja at læra rættar hættir til at kanna, skráseta og handfara heilsu- og umhvørvisskaðilig evni í bygningum.
Á skeiðnum fært tú m.a.:
- Holla innleiðslu í at umhvørviskortleggja bygningar og bygningslutir.
- Yvirlit yvir týdningarmestu umhvørvisskaðiligu evnini, hvar í bygningum og tíðarskeiðini, tá tey eru nýtt.
- Venjing at eyðmerkja og skráseta umhvørvisskaðilig evni við ítøkiligum royndum og dømum.
- Innføring í markvirðir, sýnatøku og flokking av burturkasti, soleiðis at tú gerst før/-ur fyri at meta um, hvar og hvørji sýni skulu takast.
- Hóskandi kanningarhættir til fullgóða umhvørviskortlegging, at alt viðkomandi tilfar og váðar verða lýstir.
- Kunning um at handfara arbeiðsumhvørvi og burturkast – harundir burturkaststigskipanina, at taka skaðiligt tilfar innanúr verandi bygningum og at burturbeina tilfarið á rættan hátt.
- Innlit í sambandið millum umhvørviskortlegging og arbeiðsumhvørvi.
Skeiðsbygnaður
Skeiðið er skipað við stuttum fakligum framløgum, praktiskum venjingum og ítøkiligum dømum. Luttakarar fáa høvi at royna kanningarhættir í samstarvi við aðrar luttakarar og við vegleiðing frá skeiðsleiðarum.
3 góðar orsøkir til at luttaka, at tú:
- lærir at fremja umhvørviskortlegging á tryggum grundarlagi og at handfara umhvørvisskaðilig evnir rætt.
- fært amboð og vitan, sum styrkir bæði arbeiðsumhvørvi og umhvørvisábyrgd.
- verður undirvíst/-ur av royndum serfrøðingum við innliti í evropeiskari lóggávu, og sum hava praktiskar royndir úr byggivinnuni.
Krav til luttøku
Skeiðið er ætlað fólkum við byggifakligari útbúgving.