Fólk og fuglar – framløga og sofaprát 

6. apríl 2025 kl. 14.00 - 16.00

6 apríl @ 14:00 16:00

Hvussu stendur til hjá fuglunum í Føroyum? Hvørjir trívast, og hvørjir eru hóttir? Kom og hoyr um nýggjastu kanningarnar um fuglalívið í Føroyum, og fá íblástur til tín næsta túr í fjøruna. Sunnudagin 6. apríl skipa Umhvørvisstovan, Tjóðsavnið og Havstovan fyri tiltaki um fuglar í Føroyum, har nýggj vitan um drunnhvíta og lomviga verður løgd fram. Tiltakið verður í Skálanum í Norðurlandahúsinum kl. 14-16.

Tiltakið er alment og ókeypis, tó er neyðugt at tekna seg: