Fólk og Fuglar
12. mars 2026 kl. 19.00 - 21.00
Skúlin á Skúlatrøð
12 mars @ 19:00 – 21:00
Hvussu stendur til hjá fuglunum í Føroyum? Hvørjar broytingar síggjast í stovnunum? og hvat vísa nýggjastu kanningarnar?
Hóskvøldið 12. mars kl. 19.00 verður afturvendandi tiltakið Fólk og Fuglar hildið í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík.
Á skránni eru stuttir fyrilestrar um útvald fuglasløg og kanningar av fugli í Føroyum. Luttakararnir fáa innlit í nýggjastu úrslit frá árligu fuglateljingum í RAMSAR økjunum og høvi verður at seta spurningar eftir framløgurnar.
Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at meldað til.
Ókeypis

