Summarhjálp uppmáta fixpunkt
Studentar máta upp fyri Umhvørvisstovuna, nú teir hava frí frá lesnaðinum

Tvey ungfólk, sum hvør í sínum lagi eru undur lesnaði til landmátara, hava í summar hjálpt deildini ‘Kort og Skráir’ at gera neyvar uppmátingar av fixpunktum kring um landi. Talan er um Emil Nielsen og Marjun Eysturoy, sum bæði lesa í Danmark.
Emil Nielsen lesur til kort-og landmálingsteknikara á Københavns Erhvervsakademi. Hetta er ein tvey ára útbúgving, sum er býtt upp í fýra semestur, har møguleiki er at nema sær kunnleika í uppmáting, viðgerð av uppmátingardáta, og fyriskipan og stýring av byggiprojektum. Meir um útbúgvingina kann lesast á heimasíðuni:
http://www.kea.dk/da/uddannelser/erhvervsakademiuddannelser/kort-og-landmaalingstekniker/
Í september fer Emil til Grønlands, har hann, sum lið í útbúgvingini, skal fá sær starvsroyndir.
Marjun Eysturoy lesur til landinspektør á Aalborg Universiteti. Hetta er ein fimm ára útbúgving, har trý fyrstu árini eru bachelor útbúgving og tvey seinastu árini eru kandidat útbúgving. Undir lesnaðinum nemur hon sær kunnleika í landmáting, kortlegging og býarplanlegging. Meir um útbúgvingina kann lesast á heimasíðuni:
http://www.blivlandinspektoer.aau.dk/
Í tíðarskeiðinum frá juni til august hava Emil og Marjun verið í summarfrítíðararbeiði á Umhvørvisstovuni. Stovnurin er við at innføra eina nýggja koordinatskipan, FOTM, við neyvum fixpunktum, og í hesum sambandinum hava Emil og Marjun verið kring um í Føroyum og gjørt statiskar GPS-uppmátingar av fixpunktum. Og góð nytta er í teimum: Tá uppmátingarnar eru roknaðar og kannaðar, verður í hvussu er eitt neyvt fixpunkt – í mun til nýggju skipanina – í hvørji bygd í Føroyum.

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stein Fossá, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, telefon 342400 ella steinf@us.fo.