Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Starvsfólk til náttúru og umhvørvi

Umhvørvisstovan søkir eftir náttúru- og umhvørvisviðgera at varða av millum annað umhvørvisgóðkenningum og eftirliti. Talan er um eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv innan náttúru- og umhvørvisøkið. 

Um starvið

Umframt at arbeiða við umhvørvisgóðkenningum og eftirliti, fert tú at arbeiða innan eitt ella fleiri av okkara arbeiðsøkjum. Hesi eru millum annað: 

Talan kann eisini vera um aðrar uppgávur treytað av førleikum og áhuga. 

Førleikar

Vit vænta, at 

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi royndir innan almenna fyrisiting og málsviðgerð. 

Setanarviðurskifti 

Starvið er fulltíðarstarv at byrja sambært avtalu. 

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya, ella annað viðkomandi yrkisfelag. Arbeiðsstaður er Umhvørvisstovan á Argum. 

Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli o.ø., skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 26. oktober 2025.  

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Siggu Jacobsen, deildarleiðara á Vernd, teldupostur siggaj@us.fo, tlf. 234346 ella Katrin Haraldsdóttir Jensen, teldupostur katrinhj@us.fo, tlf. 234342. 

Um arbeiðsøkið 

Við støði í millum annað umhvørvisverndarlógini, havumhvørvisverndarlógini, náttúruverndarlógini, parti av elveitingarlógini og viðkomandi kunngerðum, arbeiðir deildin Vernd við náttúru- og umhvørvismálum í breiðum høpi. Arbeiðið fevnir um eitt nú at veita umhvørvisgóðkenningar til serliga dálkandi virkir og at hava eftirlit við teimum, viðgera árinsmetingar, viðgera spillivatnsætlanir hjá kommunum og saman við kommununum at samskipa fyribyrging og týning av rottu. Vernd ger eisini uppgerðir av útláti av vakstrarhúsgassi fyri Føroyar, umframt gransking og skráseting av dálkandi evnum í náttúruni. Deildin luttekur í lógararbeiði saman við ráðnum og samskipar norðurlendskt arbeiði innan náttúruvernd.  

Um Umhvørvisstovuna 

Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvisvernd, náttúruvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum til at søkja. Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her.  

Kunngerðir