Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Hjálparfólk til Skógrøkt

Umhvørvisstovan søkir eftir hjálparfólki til Skógrøkt.

Skógrøkt varðar av skógfriðaðu økjunum í Føroyum, alir og selur plantu- og viðarvøkstur á Gróðurstøðini í Miðhoydølum.

Arbeiðsuppgávurnar eru at hjálpa til við ymisku uppgávunum á Skógrøkt, millum annað:

Harafturat kemur tú at loysa ymiskar fyrifallandi uppgávur eftir tørvi.

Førleikar

Vit vænta, at tú

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við handverksligum arbeiði av ymiskum slag.  

Setan

Starvið eru fulltíðarstarv ella sambært avtalu. Starvsbyrjan er skjótast gjørligt. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. 

Umsóknarfreist er 21. september 2025.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Jónu Lisberg jonakl@us.fo, tlf. 234305.

Til ber at søkja starvið her

Um Umhvørvisstovuna

Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini náttúru-og umhvørvisvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Umhvørvisstovan er á Traðagøtu 38 á Argjum. Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum, uttan mun til persónligar umstøður, at søkja starvið.

Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her.

Kunngerðir