Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Deildarleiðari til Skógrøkt

Skógrøkt hevur tørv á dugnaligum deildarleiðara. Uppgávurnar hjá Skógrøkt fevna um at skipa royndar- og alivirksemi og sølu av plantu- og viðarvøkstri. Virksemið byggir á miðvísa aling av sløgum, sum trívast í føroyska veðurlagnum. Royndar- og alivirksemi fer í høvuðsheitum fram á Gróðurstøðini í Hoydølum, har plantusølan eisini er staðsett. Skógrøkt hevur harumframt, saman við Skógfriðingarnevndini, umsjón við viðarlundum sum eru skógfriðaðar eftir lógini um viðarlundir. 

Vit vænta, at tú sum deildarleiðari hevur víðfevnda og holla vitan um plantu- og viðarvøkstur. 

Harafturat vænta vit, at tú hevur førleika og áræði at fremja hesi mál, at: 

Vit ynskja ein savnandi leiðara, sum dugir at menna hvørt einstakt starvsfólk og skapa góðar og mennandi arbeiðsumstøður. Leiðarin fær eisini ábyrgd av at tryggja, at vitanin og virksemið á Skógrøkt kann gagna øðrum nærtengdum uppgávum, t.d. innan náttúruskráseting og -fyrisiting. Í heildarmetingini kann serstakur kunnleiki til plantur í føroysku náttúruni verða ein fyrimunur.  

Vit vænta, at nýggi deildarleiðarin hevur leiðsluroyndir og megnar at skipa royndar- og alivirksemið og reka handilsliga virksemið skynsamt og munadygt. Tað er umráðandi, at tú í umsóknini lýsir tínar fakligu førleikar og royndir fyri at røkja starvið. Harafturat at tú greiðir frá tínum leiðsluroyndum og hugsjónum um, hvussu tú fert at fremja eitt gott og kveikjandi arbeiðsumhvørvi.  

Umsókn saman við lívsrensli, prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 7. apríl 2026. Nærri kunning fæst við at venda sær til Sigurð í Jákupsstovu, stjóra, á telefon 234388 ella við telduposti á sigurdj@us.fo.  

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.  

Umhvørvisstovan  

Umhvørvisstovan er stovnur undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvisvernd, náttúruvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, skógrøkt, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum til at søkja. Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her. 

Kunngerðir