Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Spennandi starvslæra á Umhvørvisstovuni

 

Hevur tú júst lokið eina miðnámsútbúgving á náttúrubreyt og ert í iva um, hvussu leiðin skal ganga? Hevur tú hug at at uppliva okkara land og fólk á ein øðrvísi hátt, so hevur Umhvørvisstovan eitt gott tilboð til tín. Søkt verður eftir einum hjálparfólki til landmáting í tíðaravmarkað starv frá 1. september 2018 til 30. juni 2019 til matrikuldeildina á Umhvørvisstovuni.

Starvið fevnir um
Uppmáting, matrikulering, málsviðgerð og annað arbeiði í hesum sambandi.

Vit bjóða
Vit bjóða tær eitt spennandi starv á einum stovni við sera fjølbroyttum uppgávum, har tú fært góðar møguleikar at menna tínar førleikar. Tú kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við deildarleiðaran og starvsfólkini á deildini, bæði innandura- og uttandura.

Framtíðin
Okkum tørvar útbúnar landmátarar í Føroyum og við hesari starvstíð fært tú kannað, um hetta ella líkandi arbeiði er nakað fyri teg, og um tú kundi hugsað tær at lært víðari. Setanarmøguleikarnir eftir lokna útbúgving eru góðir.

Vit vænta
Vit vænta, at tú ert álítandi, kanst taka ábyrgd og hevur hug at menna tínar førleikar innan tekniskt arbeiði. Tú hevur góð samskiftisevni, bæði í skrift og talu, støddfrøði á A støði, og áhuga fyri teldum og teknikki. Vit leggja dent á, at tú sær nýggjar og fjølbroyttar uppgávur sum avbjóðingar. Koyrikort er ein fyrimunur.

Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal sendast til:

Umhvørvisstovan Postboks 2048, 165 Argir ella sum teldupostur til: starv@us.fo.

Umsóknir skulu vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi tann 22. august 2018. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ronnie Thomassen, deildarleiðara, á telefon 342400 ella við telduposti til ronniet@us.fo.

 

Vil tú vita meira um útbugvingina til Landinspekør, kann tú lesa meira her: https://www.aau.dk/uddannelser/bachelor/landinspektoervidenskab/adgangskrav/