Sørvágs kommuna fingið adressur
Adressurnar í Mykinesi, Gásadali, Bø og Sørvági eru nú góðkendar av Umhvørvisstovuni, sum umsitur landsadressuskránna.
Tað var í 2005 at Sørvágur fekk adressur, og nú hava hinar bygdirnar í kommununi eisini fingið adressur.
Í Sørvági eru 45 gøtunøvn, í Bø 10, í Gásadali 11 og í Mykinesi eru eisini 11 gøtunøvn.
Vegirnir í Bø kallast:
Á Tungu
Bíggjarvegur
Dávabreyt
Gásadalsvegur
Kirkjubreyt
Laðið
Smiðjuvegur
Suðuri í Fjósi
Traðarvegur
Tungugarðar
Vegirnir í Gásadali eita:
Byrgisvegur
Gásadalsvegur
Geilin
Gerðisvegur
Inn á Bakka
Langagerði
Longubreyt
Lækjutún
Múlavegur
Tøðutún
Undir Heygnum
Og vegirnir í Mykinesi eita:
Á Breyt
Á Brúgv
Áartún
Bøgøta
Fjørdalsgøta
Garðsgøta
Gróthúsvegur
Handan Á
Liðabrekka
Sodnhúsvegur
Túalsvegur
Nú Sørvágs kommuna hevur fingið adressur, eru adressurnar í øllum trimum kommununum í Vágum góðkendar.
Adressukort av Sørvági, Bø, Gásadali og Mykinesi kunnu síggjast á heimasíðuni sum pdf ella á www.kagi.fo.