Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

So eydnaðist fotoflúgvingin

Hesa vikuna hevur eitt flogfar verið í Føroyum og tikið loftmyndir. Av tí at veðrið hevur verið so gott, eydnaðist bæði at flúgva lágt yvir bygd øki og annars høgt yvir meginpartin av landinum

Mangan hevur verið trupult at fáa loftmyndir av Føroyum, tí tað má vera av allarbesta veðri – bláur, skýfríur himmal. Í fjør var ein roynd gjørd, men tá mátti flogfarið fara avstað aftur uttan at hava fingið eina tí einastu mynd.

Loftmyndir verða brúktar at gera kort eftir. Ymisk kort kunnu gerast úr loftmyndum, tey mest vanligu kortini eru teknisk grundkort og myndakort (ortofoto).

Týsdagin 12. mai varð avgjørt, at senda boð eftir flogfarinum Beechcraft King Air B200 hjá COWI A/S, sum tá júst var liðugt við eina størri fotoflúgving í Skotlandi og um kvøldið lendi tað í Vágum.


Martin Hammer Sørensen, flogskipari og Tue Kyndal, navigatørur frá A/S COWI, sum tóku loftmyndir av Føroyum

Mikudagin byrjaði fotoflúgvingin, men henda  dagin var bert veður til myndatøku vestanfyri og sunnanfyri. Tá vórðu myndir tiknar av bygdum øki í Suðuroy, Vágoy, Vestmanna, Kvívík, Leynum og Eiði.

Hósdagin var skýggja og varð flogfarið standandi í Vágum allan dagin.

Fríggjadagin batnaði veðrið, og tá eydnaðist at taka myndir av bygdum í Eysturoynni. Eisini vórðu myndir tiknar í Tórshavn, men tíverri vóru hesar ikki heilt í lagi, tí skýggj órógvaðu.

Avgerð bleiv tikin um at royna enn ein dag – leygardagin – og tann avgerðin skuldi vísa seg at vera røtt, hóast veðurforsøgnirnar ikki vóru av teimum allarbestu.

Leygardagin seinnapartin hvurvu øll skýggj og tað eydnaðist at bæði taka Havnina umaftur og Klaksvík.

Allar myndirnar, flogfarið higartil hevði tikið, vóru í lágari hædd t.v.s. 2 km, men aftaná at myndirnar í Klaksvík vóru tiknar, fór flogfarið upp í 6 km hædd og hagani eydnaðist flogfarinum at taka myndir av næstan øllum landinum í frálíkari góðsku. Einastu støð, har tað ikki eydnaðist at fáa myndir í 6 km hædd var í Fugloy og pørtum av Svínoy og Viðoy.

Gjøgnum tíðirnar hava nógvar royndir verið gjørdar at taka høgar myndir av øllum landinum. Næstseinast hetta var gjørt, tók tað 3 ár: 1982, 1983 og 1984. Og seinast hetta var gjørt, vóru myndir tiknar í 2000, 2002 og 2004, men tá eydanðist ikki at fáa myndir í Sandoy og Suðuroy.

Og nú leygardagin 16. mai 2009 kl. 13 – 19 eydnaðist at fáa høgar myndir av næstan øllum landinum umframt lágar myndir av bæði Tórshavn og Klaksvík. Jú, gott var, at vit ikki sendu flogfarið avstað aftur fríggjakvøldið.

Meiri kann lesast um loftmyndir her.

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stein Fossá, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, telefon 342400.