Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Smoltstøð hjá P/F Bakkafrost Freshwater í Skálavík fingið umhvørvisgóðkenning

Umhvørvisstovan hevur 27. mars  2026 veitt umhvørvisgóðkenning til at framleiða smolt á smoltstøðini hjá P/F Bakakfrost Freshwater í Skálavík, Sandoy.

Í myndini vinstru megin vísir grái teigurin ovast staðsetingina av smoltstøðini í Skálavík. Í myndini høgru megin er staðsetingin av spillvatnsfrárenslinum frámerkt.

Umhvørvisgóðkenningin fevnir um alt virksemið, sum er knýtt at smoltstøðini.

Smoltstøðin er staðsett á Bakkavegi 20, matr. nr. 20b í Skálavík og er ætlað at framleiða upp í átta milliónir smolt á um hálvt kilo at seta á sjógv. Støðin hevur vatnreinsiskipan, har vatnið verður endurnýtt á høgum stigi. 

Smoltstøðin leiðir spillvatnið frá rakstrinum út á umleið 15 metra dýpi norðan fyri smoltstøðina. Spillvatnið inniheldur skarn og fóðurleivdir frá framleiðsluni. Harafturat kann nakað av óljóði standast av virkseminum.

Í umhvørvisgóðkenningini er dentur lagdur á, at skarn og fóðurrestir ikki skulu elva til upphópan á botni ella til aðra sjónliga dálking á staðnum. Treytir eru m.a. settar um, at P/F Bakkafrost Freshwater ger kanningar av botninum við munnan á spillvatnsútleiðingini. Um tað vísir seg, at útlátið frá smoltstøðini elvir til dálking, sum ikki er uttan týdning, kann Umhvørvisstovan krevja, at bøtandi atgerðir verða gjørdar.

Eisini eru treytir settar til, at virksemið á smoltstøðini ikki má hava við sær ampar av óljóði, lukti o.ø.

Umhvørvisgóðkenningin fyri smoltstøðina hjá P/F Bakkafrost Farming í Skálavík sæst her.
Almenna kunngerðin um umhvørvisgóðkenningina sæst her.


Vegleiðing um at kæra
Avgerðin kann kærast til landstýrisfólkið við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella us@us.fo í seinasta lagi 27. apríl 2026.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meiri um at kæra her.

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar, ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo

Kunngerðir