Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Slættaratindur 880 m

Slættaratindur er ikki longur 882 m, men 880 m

Í summar vóru fólk frá Umhvørvisstovuni saman við landsstýrismanninum Kára P. Højgaard  á Slættaratindi og gjørdu GPS uppmátingar,  at kanna hæddina á hægsta tindinum í landinum. Kortmyndugleikin er danskt málsøki,  og tí vórðu uppmátingarnar sendar danska Kort og Matrikelstyrelsen. Úrslitið av útrokningunum er nú komið, og vísa tær, at Slættaratindur ikki er 882 m, sum higartil hildið, men 2 m lægri, altso 880 metur.

Úrslitið ber í sær, at neyðugt verður at rætta føroyakortið.  Somuleiðis verður neyðugt at fáa broytingina við í komandi Heimsatlasið, sum Nám er í holt við, eins og nógvar bøkur um Føroyar mugu broytast. Googlar tú “Slættaratindur” koma 28.100 úrslit, so har skulu eisini nógvar broytingar gerast.

Umhvørvisstovan hevur eitt framkomið kortleggingartól, har tað, við góðum neyvleika ber til at áseta hæddir eftir flogmyndum. Tað var júst í hesum tóli, at vit fingu varhugan av, at Slættaratindur ikki er so høgur, sum áður hildið, og tí blivu gps-mátingarnar gjørdar, upplýsir Stein Fossá.  Ætlanin er í næstum at kanna hægstu fjøllini í øllum oyggjunum, soleiðis at rættar hæddir kunnu setast á allar oyggjar. Vit meta, at tað ikki er neyðugt at fara upp á fjøllini at eftirkanna hæddirnar, men at hetta verður gjørt eftir flogmyndum.

Til ber at síggja myndir frá uppmátingini av Slættaratindi her.

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stein Fossá, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, telefon 342400 ella steinf@us.fo.