Skúvoy og Dímun fingið adressur
Skúvoyar Kommuna, sum fevnir um Skúvoy og Stóru Dímun hevur nú fingið veganøvn og húsanummur. Í Stóru Dímun eru nú tvær adressur.
Tað er Umhvørvisstovan, sum stendur fyri arbeiðnum, at tryggja at adressur eru til allar bústaðir í Føroyum. Í Skúvoy eru 6 vegir, meðan tað í Stóru Dímun er blivið til eitt veganavn, hóast eingin veruligur vegur er.
Tað eru tey gomlu staðarnøvnini
Borgarstjórin í Skúvoyar Kommunu, Jóhan Hentze, sigur at gøtunøvnin í Skúvoy eru gomul staðarnøvn í bygdini. Eitt øki á Handskavegnum eitur á Handskanum, Garðatún er blivið til Garðavegur, meðan á Fløttinum er eitt gamalt húsanavn og tað er so blivið til Fløttavegur. Jóhan Hentze sigur, at tey settu eina nevnd at gera eina innstilling til bygdarráðið og full semja var allan vegin um veganøvnini, sum vóru skotin upp.
– Í hesum teldutíðum kemur tað nokso væl við at adressurnar eru komnar uppá pláss. Tað haldi eg fleiri siga. Tað hevur verið eitt sindur skallut, bara at skriva 260 Skúvoy, sigur Jóhan Hentze, borgarstjóri.
Gøtunøvnini í Skúvoy eru:
Bakkavegur
Fløttavegur
Garðavegur
Handskavegur
Kirkjuvegur
Skúlavegur
Kom sum eitt hvøkkur
Tað kom sum eitt sindur av einum hvøkki fyri tey, sum búgva í Stóru Dímun, at tey nú eisini skulu hava eina adressu. Vegurin í Stóru Dímun eitur rætt og slætt Dímun.
– Eg havi varnast, at nummur og gøtunøvn eru komin í øllum smáum bygdum, men eg hevði ikki væntað, at túrurin eisini fór at koma til okkum, sigur Óla Jákup úr Dímun.
Á Stóru Dímun eru tvey hús, sum eru bygd saman og tískil tvær adressur. Óla Jákup úr Dímun hevur einki ímóti at húsini í Stóru Dímun hava adressuna Dímun 2 og Dímun 4, men hann heldur, at tað kanska er eitt sindur óneyðugt.
– Eg dugi ikki at ímynda mær, at vit fara at skriva Dímun 2 og Dímun 4. Men kanska tað kemur við tíðini, tá ið tey almennu brøvini koma við teimum formellu adressunum á, sigur Óla Jákup úr Dímun.
Adressurnar í Stóru Dímun eru sostatt:
Fornavn Eftirnavn
Dímun 2 (ella 4)
FO-286 St. Dímun
Adressukort av Skúvoy og St. Dímun kunnu síggjast her á heimasíðuni sum pdf ella á www.kagi.fo.