Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Skopuningar fáa nú adressur

Áarbakkin, Bøherðan, Gamlivegur, Garðavegur, Gerðisvegur, Høvdarhagavegur, Leirvíksvegur, Liðarvegur, Ognarvegur, Selatraðvegur, Skeravegur, Skopunarvegur, Skúlavegur, Tormansvegur og Tunguvegur

Landsadressuskráin, sum Umhvørvisstovan umsitur, hevur nú góðkent veganøvn og húsanummur í Skopun.

Teir 15 vegirnir í Skopun eita: Áarbakkin, Bøherðan, Gamlivegur, Garðavegur, Gerðisvegur, Høvdarhagavegur, Leirvíksvegur, Liðarvegur, Ognarvegur, Selatraðvegur, Skeravegur, Skopunarvegur, Skúlavegur, Tormansvegur og Tunguvegur.

Bygdarráðið í Skopun hevur sjálvt staðið fyri navnagávuni, sum tey í ráðnum hava arbeitt við í okkurt um hálvtannað ár.

Gerhard Lognberg, løgtingsmaður og borgarstjóri í Skopun hevur verið við at skipa fyri teirri nýggju navnagávuni.

Tey hava yvirhøvur brúkt tey nøvnini, ið hava verið, fortelur Gerhard. Til dømis er Tormansvegur uppkallaður eftir Tórmansgjógv í Sandoynni. Norður í Ognum, har ein spildurnýggj útstykking er, hevur sjálvandi latið Ognarvegi navnið. Eitt rópa tey uppi í Tungu, og vegurin eitur Tunguvegur.

Skopuningar vilja varðveita gomul býlingsnøvn og húsanøvn, sum nú eru knýtt upp í tey nýggju veganøvnini.

– Í hesi løtu skriva vit bræv til hvønn tann einasta borgara í Skopun og siga teimum, hvar hann býr.

Hetta er fínt, tí tað er, sum virkar bygdin eitt sindur størri, sigur borgarstjórin.

Nú búgva eini 510 fólk í Skopun. Áðrenn 90’ara kreppan hekk sum ein skadda yvir alt landið, búðu 620 fólk í Skopun, men við kreppuni fór fólkatalið skramblandi niður móti 400.

– Nú fjølgast aftur, sigur Gerhard Lognberg borgarstjóri væl nøgdur.

Adressukort av Skopun kann síggjast her á heimasíðuni sum pdf ella á www.kagi.fo.