Skógartøkningur til Skógrøkt

Umhvørvisstovan søkir eftir skógartøkningi til Skógrøkt.
Deildin alir og selur plantu- og viðarvøkstur á Gróðurstøðini í Miðhoydølum og varðar av skógfriðaðu økjunum í Føroyum.
Starvið
Starvið fevnir m.a. um:
- røkt av viðarlundum
- at samskifta við og vegleiða onnur, ið varða av viðarlundum og skógfriðaðum lendi
- at tryggja, at úrdráttir úr viðarlundunum koma til høldar
- Harafturat kemur tú eftir tørvi at hjálpa til við ymiskum arbeiðsuppgávum á Skógrøkt, eitt nú planting, skráseting, tynning, felling, tilskering og vørumenning av føroyskum viðarvøkstri.
Førleikar
Vit vænta, at tú:
- hevur útbúgving sum skógartøkningur, ella líknandi
- ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
- ert skipað/ur og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt
- dugir væl at samstarva og samskifta við ymisk fólk
Setan
Starvið verður sett skjótast gjørligt. Talan er um fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Starvsstaðurin er Gróðurstøðin í Miðhoydølum, Hvítanesvegur 3, 188 Hoyvík. Tann, ið verður sett/ur, má tola møguligar broytingar í starvinum.
Umsóknarfreist er 19. juni 2025.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Sigurð í Jákupsstovu, stjóra, sigurdj@us.fo, tlf. 234388
Til ber at søkja starvið her.
Um Umhvørvisstovuna
Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini náttúru- og umhvørvisvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Umhvørvisstovan er á Traðagøtu 38 á Argjum. Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum, uttan mun til persónligar umstøður, at søkja starvið.