Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Skeið í umhvørviskortlegging og umhvørvisskaðiligum evnum í bygningum

Byggivinnan er fyri vaksandi krøvum um skjalprógvaða handfaring og ábyrgdarfulla viðgerð og burturbeining av byggitilfari – bæði í mun til krøv til umhvørvisskaðilig evnir, endurnýtslu, náttúruvernd og trygt arbeiðsumhvørvi.

Teknologisk Institut arbeiðir við at skráseta og avmarka umhvørvisárin frá verandi bygging  og veita fakfólki amboð og vitan til skynsamar mannagongdir til umhvørviskanningar, tryggja arbeiðsumhvørvið og handfara byggiburturkast.

Hetta skeið er ætlað ráðgevum, byggiharrum, arbeiðstakarum og myndugleikum, sum arbeiða við at umbyggja, taka niður ella broyta bygningar og sum ynskja at læra rættar hættir til at kanna, skráseta og handfara heilsu- og umhvørvisskaðilig evni í bygningum.

Á skeiðnum fært tú m.a.:

Skeiðsbygnaður

Skeiðið er skipað við stuttum fakligum framløgum, praktiskum venjingum og ítøkiligum dømum. Luttakarar fáa høvi at royna kanningarhættir í samstarvi við aðrar luttakarar og við vegleiðing frá skeiðsleiðarum.

3 góðar orsøkir til at luttaka, at tú:

  1. lærir at fremja umhvørviskortlegging á tryggum grundarlagi og at handfara umhvørvisskaðilig evnir rætt.
  2. fært amboð og vitan, sum styrkir bæði arbeiðsumhvørvi og umhvørvisábyrgd.
  3. verður undirvíst/-ur av royndum serfrøðingum við innliti í evropeiskari lóggávu, og  sum hava praktiskar royndir úr byggivinnuni.

Krav til luttøku

Skeiðið er ætlað fólkum við byggifakligari útbúgving.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Rúna Hjelm

Umhvørvismál

Kunngerðir