Skeið í at fyribyrgja og týna rottu
Í hesum døgum eru 14 fólk frá kommunum kring landið og Strandfaraskipum landsins á skeiði um at fyribyrgja og týna rottu.
Skeiðið skal geva luttakarunum holla vitan um lívfrøðina hjá rottu, hennara livihátt, hvussu man finnur hennara skjól og forðar rottuni at støðast. Harafturat fáa luttakararnir kunnleika um rottueitur, fellur og at rottutryggja bygningar, og við praktiskari roynd, finna feilir á bygningum.
Skeiðið endar við próvtøku, sum gevur luttakarunum møguleika at fáa løggilding at fyribyrgja og týna rottu. Hetta er aðru ferð at Umhvørvisstovan skipar fyri tílíkum skeiði.
Rotta er eitt herviligt skaðadjór, sum m.a. er berari av smittu, ið er vandamikil fyri menniskju og djór, ger stórar skaðar á matereriel virðir, og ikki minst er til stóran skaða fyri fuglalívið í náttúruni. Har rotta er komin fyri seg í Føroyum, eru eitt nú lundin og skrápurin minkað niður í nærum einki.
Enn eru oyggjar, har rotta ikki er staðfest, og er tað okkara skylda at gera okkara ítasta fyri at forða rottu at fáa fótin fyri seg í hesum oyggjum, og at týna rottuna, har hon longu er.
Umframt at allir luttakararnir fáa skjáttuna fulla av fakligari vitan, er skeiðið eisini eitt gylt høvi til at knýta sambond millum luttakararnar, sum uttan iva fer at hava stóran týdning fyri arbeiðið at fyribyrgja og týna rottu í Føroyum.
Okkara vón er at styrkja samskiftið og fakliga samstarvið millum kommunur og millum kommunur og landsmyndugleikar. Vit vilja eisini styrkja forstáilsi millum borgarar og myndugleikar um, hvønn týdning teirra leiklutur í eini munadyggari fyribyrging og týning av rottu hevur fyri føroyska samfelagið og náttúruna.
Meira kunning um skeiðið fæst her.
Hevur tú spurningar um ymiskt viðvíkjandi skeiðinum, ella ynskja at skrásetast á bíðilista til næsta skeið, ert tú vælkomin at seta tykkum í samband við Biritu Fritleifsdóttir Kjærbæk.
Birita Fritleifsdottir Kjærbæk
Umhvørvismál