Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Sjóvarfallsorkuverk í Vestmannasundi

Tíðin til royndarverkætlan longd.

Við hesum verður gjørt kunnugt, at Umhvørvisstovan hin 26. november 2021, við heimild í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni við seinni broytingum, hevur góðkent: 

At leingja tíðina til royndarverkætlanina hjá SEV fyri sjóvarfallsorkuverk í Vestmannasundi til 28. februar 2025

Umhvørvisstovan góðkendi umhvørvisárinsmetingina fyri royndarverkætlanina við sjóvarfallsorkuverkum í Vestmannasundi tann 31. mars 2020, við ávísum treytum. Talan var um eina royndarverkætlan uppá í mesta lagi tvey ár.

Góðkenningarskrivið fyri longdu tíðarfreistina sæst her.

Góðkenningarskrivið fyri árinsmetingina sæst her. 

Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella us@us.fo í seinasta lagi 10. januar 2022.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo 

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo