Sandoyartunnilin – umhvørvisgóðkenning
Lýsing av umhvørvisgóðkenning

Umhvørvisstovan hevur hin 10. mai 2019, sambært løgtingslóg um umhvørvisvernd, góðkent:
Arbeiðið at gera tunnil millum Suðurstreymoy og Sandoy hjá P/F Eystur- og Sandoyartunlar, Rektaragøta 10, 100 Tórshavn.
Góðkenningin er almenn og sæst hon her
Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í seinasta lagi 7. juni 2019.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo