Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Samstarvssáttmáli undirskrivaður

Kortstjórafundurin endaði við endurnýggjaðari norðurlendskari avtalu um samstarv innan kort-, geodata- og eigindómsøkið

Sáttmálin fevnir um samstarv á kort-, geodata, tinglýsing og matrikkuløkinum. Sáttmálin varð fyrstu ferð gjørdur 14. Mai 1992 í Føroyum, og altso síðst endurskoðaður í vikuni. Til stuttleikar hevur Umhvørvisstovan leitað fram myndina tá Kortstjórarnir skrivaðu undir uppruna sáttmálan í 1992.

Samstarvsfelagarnir eru Kort- og Matrikelstyrelsen úr Danmark, Mannmittauslaitos Geodettinen Laitos úr Finlandi, Landsplanafdelingen úr Grønlandi, Landmælingar Íslands og þjóðskrá Íslands, Statens Kartverk úr Noregi, Landmäteriet úr Svøríki og Umhvørvisstovan úr Føroyum.

Á stóru myndini síggjast sitandi frá vinstru: Jesper Jarmbæk, Generaldirektør fyri Kort & Matrikelstyrelsen, Jarmo Ratia, Generaldirektør fyri Maanmittauslaitos, Stig Jønsson, Generaldirektør fyri Landmäteriet. Standandi frá vinstru: Klaus Georg Hansen, Afdelingschef fyri Landsplanafdelingen, Anne Chatrine Frøstrup, Generaldirektør fyri Statens kartverk, Jákup Pauli Joensen, stjóri á Umhvørvisstovuni, Magnus Guðmundsson, General Director fyri Landmælingar Íslands og Margrét Hauksdóttir, Vicedirektør fyri þjóðskrá Íslands.

Sáttmálin kann síggjast her.
 

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stein Fossá, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, telefon 342400 ella steinf@us.fo.