Røktarætlan fyri bráðfeingisvernd av Melini og bakkanum oman fyri Lónna í Saksun
Umhvørvisstovan leggur við hesum fram røktarætlan fyri bráðfeingisvernd av Melini og bakkanum oman fyri Lónna í Saksun, sbr. § 28, stk. 5, í løgtingslóg nr. 70 frá 22. mai 2023 um náttúruvernd.
Kunngerð nr. 82 frá 17 juli 2024 um bráðfeingisvernd av Melini og bakkanum oman fyri Lónna í Saksun kemur í gildi tann 18. juli 2024, og farið verður beinanvegin undir at merkja verndarøkini sambært kunngerðini upp.
Skeltir verða sett upp við Melina og bakkan oman fyri Lónna, og steyrar við bandi ímillum verða settir upp kring Melina.
Uppmerkingin skal kunna um verndina og beina ferðslu uttan um tey vardu økini.
Umhvørvisstovan