P/F Marine Harvest Faroes, Sundini norður.
Almenn lýsing av umhvørvisgóðkenning.

Umhvørvisstovan hevur hin 1. februar 2016, sambært løgtingslóg um umhvørvisvernd, góðkent:
Alivirksemi á alifirði C-12, Sundini norður, aliøki A-32 og A-87.
Góðkenningin er almenn og sæst her.
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi fríggjadagin 7. mars 2016.
Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Lenu Ziskason, á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo